Hebrearabrævið er eftir øllum at døma ein skriftlig prædika, sum vendir sær til eina jødakristna samkomu. Henda prædikan undirstrikar út frá Gamla Testamenti, at Jesus er uppfyllingin av lyftunum og fyrimyndunum í Gamla Testamenti, og at hann sostatt er prestakongurin, sum reinsar fólkið frá synd og leiðir tað gjøgnum foldarlívið og allan vegin til Guds náðitrónu.