Navnframi filmhandrits konsulenturin/ráðgevin (scripdoktarin) Stephen Cleary er aftur á vitjan í Føroyum, og sjálvandi máttu vit í Hermann & Helmsdal fáa eitt prát við hann aftur.
Geytin er háaktuellur, so tað er upplagt, at prátið hesuferð snúgvar seg um stuttfilmin sum ein serstøk filmsjangra.
Hvat er ein stuttfilmur? Hvussu langir skulu teir vera? Hvat skulu teir handla um?Hvussu slær ein ígjøgnum við einum stuttfilmi?
Hetta er alt nakað, sum Stephen dagliga arbeiðir við, og hann greiðir okkum frá øllum!