Listen

Description

Tey ið luttóku í sendingini vóru:

Alda Egilstrø Magnussen gav eina statusrapport, hvussu tað gekk við Heystfagnaðinum norðuri á Eiði.

Sjúrður Skaale greiddi frá, hvussu tað hevði gingið við mentanarnáttini á Christiansborg.

Signhild Joensen fortaldi, hvussu tað gekk hjá svimjifelaginum Ægir, sum var í Spania á venjingarlegu.

Kartin Hansen fortaldi um tiltakið Rokksøgan, sum var í Løkshøll.

Eli Hentze um tað at verða settur í starv sum fótbóltsmennari.

Eyðun Jacobsen greiddi frá sangtiltakinum Aage Samuelsen í Kelduni.

Suni Merkistein um nýggja útvarpssending um Svarta Ravn.