Listen

Description

Koronufarsóttin legði trýst á fólkaræðið. Í nýggjari bók verður lýst, hvussu demokratiski rætturin hjá okkara evsta valdi var brotin undir koronufarsóttini inni í sjálvum løgtinginum.Har vóru hjálparpakkar samtyktir, sum kostaðu skattaborgarunum nógvar milliónir krónur, uttan at løgtingsfólk sluppu at viðgera málini.  Beinta Løwe hevur skrivað bókina, sum m.a. vísir á týdningin at viðgera brot á fólkaræðið undir koronufarsóttini, so tað ikki gerst ein siðvenja at skúgva fólkaræðið til viks. tá kreppustøður eru.Í Breddanum í dag fara vit í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini, og vit tosa m.a. um tøgnina, sum hevur valdað um trýstið á fólkaræðið, bæði undir farsóttini og síðani. 

Við í sendingini: Beinta Løwe, Ivan Niclasen, Rógvi Olavson og Johan Dahl. 

Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 

Tøkningur: Kári Annand Berg.