Vit gerast alsamt eldri og møguleikarnir fyri at viðgera gerast betri.
Tað merkir millum annað, at Heilsuverkið gerst alsamt dýrari.
Tí mugu vit tora at tosa um hvussu vit raðfesta í heilsuverkinum.
Hvørjar viðgerðir skulu gerast - hvør heiligvágur skal latast og hvar tilboðini skulu vera.
Tað var niðurstøðan av Ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum var mánadagin 8. september um raðfestingar í heilsuverkinum.
Í hesum Breddanum tosa vit um raðfestingar, um val og frával av heiligvági og viðgerðum og um gjøgnumskygni.
Í sendingini tosa vit við Kjeld Møller Pedersen, heilsubúskaparfrøðing, Janu Mortensen, forkvinnu í siðfrøðinevndini hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Jógvan D Hansen, heimspeking og Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.