Hvat hendir, tá politikararnir leggja sínámillum politiska kjakið til viks, og heldur biðja eitt úrvalslið siga, hvat skal til, fyri at gera landið meiri haldført? Fyrsta svarið til tann spurningin kom fyri akkurát einari viku síðani, tá Nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda kom við fyrsta tilmælinum - og politiskan skipanin gjørdi eftir ráðunum. Trý landsstýrisfólk vórðu send til hús, og trý aðalráð verða niðurløgd. Hevur Nýskipanarnevndin givið politikarunum dirvi til at taka effektivar avgerðir? Ella hava politikarar latið av fólkavaldinum til ein útvaldan skara? Vit hava formannin fyri Nýskipanarnevndina í útvarpsstovuni saman við tveimum eygleiðarum og stjórnmálafrøðingum.
Gestir: Ben Arabo, Beinta Løwe og Regin Berg.
Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.