Pláturnar Rubber Soul og Revolver, sum komu í 1965 og 1966, varskógvaðu ta tónlistarligu kollvelting, sum The Beatles seinni festi í.
Tónleikurin á hesum forvitnisligu útgávunum verður umrøddur í hesari sending. Greitt verður eisini frá seinastu konsertferðunum hjá bólkinum í 1966.
Vit hoyra m.a. Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarna Restorff, Martin Joensen, Kaj Johannesen, Hanus Andreassen, Róa Patursson, sangarar í Tórshavnar Manskóri og upptøkur úr Liverpool.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 12. mai 2000.