Lesikrókinum hesa ferð verður skaldsøgan “Fontamara”, ið italski rithøvundurin Ignazio Silone skrivaði, viðgjørd. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.
Bókin snýr seg um, hvussu fátækafólk á bygd í Italia uppliva fasismuna í millumkrígstíðini. Bókin kannar og avdúkar, hvussu tey, ið hava vald og pengar, fara vit teimum, ið stríðast fyri at hava til dagin og vegin í lítlari fjallabygd.
Gestir eru Kristianna Winther Poulsen, sum er lærari í fronskum og søgu á Glasi, og Gunvá við Keldu, sum er stjóri á grafiska virkinum Estra/Vasti.