Listen

Description

Í Lesikrókinum hesa ferð verður bókin “Magellan” viðgjørd. Stefan Zweig skrivaði, Knút Olsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.

Tríggir gestir eru í Lesikrókinum. Andras Sólstein er søgufrøðingur og starvast sum savnsvørður á Norðoya Fornminnasavni. Randi Kúrberg er málfrøðingur og arbeiðir sum sjálvstøðug við rættlesti, týðing og skriving. Jógvan Horn er skipsførari og skipsverkfrøðingur, og hann er lærari á Vinnuháskúlanum.