Listen

Description

Skaldsøgan "Staklutirnir", sum svenski rithøvundurin Ia Genberg skrivaði, verður viðgjørd í Lesikrókinum. Jákup í Skemmuni týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út.

Í bókini greiðir frásøgukvinnan frá fýra fólkum, sum hon hevur hitt í lívinum. Frásøgukvinnan hevur havt tætt tilknýti til teir fýra persónarnar og greiðir frá, hvussu hon upplivdi persónarnar, hvussu onkur av teimum kom og fór, hvat teir løgdu eftir seg, og hvussu teir hava havt ávirkan á lív hennara. Í teimum fýra pørtunum lærir lesarin sjálvandi eisini frásøgukvinnuna at kenna.

Gestir í Lesikrókinum eru Turið Johannessen, Rakul í Gerðinum og Urd Johannesen.Lesikrókurin: Staklutirnir