Tær báðar skemtiligu damurnar, Elisa Vang og Svanna Hentze í Gong, eru ósamdar, tá ið ein tvístøða um ótrúskap kemur á borðið - tí er tað altíð neyðugt at siga frá, um man hevur verið ótrúgvur fyri fleiri árum síðani?
Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara uppá; hvat skal ein dóttir, ið skrivar til okkara, gera, nú hon er rættiliga vís í, at pápi hennara hevur okkurt koyrandi við hennara vinkonu?
Líka so fjølbroyttar sum tvístøðurnar eru, líka so fjølbroytt og mong vóru ráðini, ið Elisa og Svanna bjóðaðu tykkum í dag.
Lurtið við, flennið eitt sindur og setið tankarok í gongd.