Seinastu tíðina hava nógvar røddir verið frammi í fjølmiðlunum um forskúlar í Føroyum - fyri og ímóti. Tað eru tey, sum fegin vilja hava fleiri forskúlar, meðan onnur halda tað verða skeivt at koyra børn í skúla longu um 6 ára aldur. Tveir gestir eru í útvarpsstovuni at tosa um evnið. Vit hava eisini tosað við forkvinnuna í Pedagogfelagnum og formannin í Lærarafelagnum um hetta málið.
Í londunum kring okkum verða bókasøvn mett sum ein av hornasteinunum í mentannini í viðkomandi landi. Í Føroyum er áhugin frá almennari síðu minni enn aðrastaðni at fjálga um bókasøvnini. Vit spyrja m.a., hvussu broytingarnar seinastu árini við al-netinum, e-bókum og øðrum hevur ávirkað bókasøvnini. Og hvørji eru framtíðarútlitini?
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, verður gestur í útvarpsstovuni.