Kringvarp Føroya er á einum vegamóti. Roknskapurin hevur seinast árini givið hall, og fyrsta dagin verða millum 20 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Longu nú er skráin skerd munandi. Spurningurin er, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal spæla í framtíðini.
Í útvarpsstovuni eru Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, Øssur Winthereig, journalistur og eyðgleiðari, Bjarni Djurholm, formaður í Løgtingsins Mentanarnevnd, og Gulla Øregaard, áhugaleikari, limur í MÁF í mong ár, og høvundi.