Vakra viðarlundin er ein sannur dýrgripur í Kunoy, og í 2012 eru tað 100 ár síðani, at hon var gróðursett. Viðarlundin í Kunoy er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd setur dám á hendan næstseinasta partin av "Frætt og fregnað" í hesum umfarinum.
Vit hitta eisini ein teilendska kvinnu í Lopra, sum kom til Føroyar fyri 10 árum síðani at arbeiða á fiskavirki, so børnini kunnu ganga í skúla heima í Teilandi. Í frítíðini ger hon vakrar blómur úr nylonklæðum. Og í Oyndarfirði síggja vit eina byrsu, sum hevur eina serliga søgu.