Team Havnar fimleikafelag setti føroyskt HM í finaluni fyri kvinnur í HM í estetiskum fimleiki í dag. Liðið fekk samanlagt 31, 55 stig fyri innleiðandi umfari og finaluna. So gott úrslit hevur einki føroyskt lið megnað til HM áður. Úrslitið í dag bleiv 16,15 stig og hetta var omanfyri allar vónir og er somuleiðis eisini met fyri eitt avrik í HM fyri eitt føroyskt lið.
Eyð Strøm, annar av venjarunum hjá Team Havnar fimleikafelag segði seg fáa ein klump í hálsin, tá hon endurhoyrdi stigini verða lisin í høllini á hálsi. Hetta er fantastist, segði Eyð Strøm.
Team Havnar fimleikafelag endaði á næstaftasta plássi og kann staðfesta at liðið í HF er nummar 11 í heiminum.
Barba Jansdóttir annar av venjarunum hjá Team Alda, er sera errin av avrikinum hjá hennara liði, Team Alda. Liðið skuldi upprunaliga ikki vera við í finalunum, tí Team Alda ikki fekk nokk av stigum. Men seinni í gjár varð kunngjørt at tær sluppu við hóast alt, tí at framførslan var góð og tí at verttjóðin ofta fær ein finalist við í kvinnuunglingunum.
Barba Jansdóttir var ovurfegin tá hon frætti boðini, og bara tað at sleppa á gólvi til finaluna var stórt. Team Alda fekk samanlagt 29,15 stig og endaði á einum aftasta plássi í finaluni.
Hoyr hvat Barba Jansdóttir og Eyð Strøm søgdu í útvarpsstovuni í dag, og hoyr eisini hvussu rómurin var í høllini tá stigini hjá føroysku finalistunum vóru givin.