Í gjár vann Havnamaðurin, Hallur Holm, fyrsta Danmarks Meistaraskapið í Ultra Trail renning á langteini á Bornholm.
Hallur vann í sínum bólki, 45-50 ár, við tíðini 10.39.20. Harumframt endaði hann á einum samlaðum 6. plássi og nr. eitt í samlaðu kappingini gjørdist fleirfaldaði vinnarin á hesum teininum Jesper Noer.
Teinurin, ið skuldi rennast, var beint omanfyri 80 kilometrar, og teir fyrstu tímarnir vórðu runnir í bølamyrkri. Leiðin varð løgd soleiðis til rættis, at tað var nógv óslætt lendi og nógvar brekkur, so tað gjørdist til 3.000 hæddarmetrar tilsamans.
Í alt 60 rennarar vóru við í kappingini. Hoyr samrøðu við Hall Holm í ítróttartíðindunum.
Fremsta liðið í Effo deildini, NSÍ, varðveitti enn einaferð sítt pláss á fremstu rók í deildini, við einum sannførandi 3-0 sigri ímóti KÍ í dag.
Í gjár var steypakapping í talvi fyri lið í lonini í Gjáargarði. Vinnandi liðið gjørdist aftur í ár Sandavágs Talvfelag við 44,5 stigum.
10 feløg luttóku í liðkappingini og úrslitini vóru hesi:
Sum sagt, endurvann Sandavágs Talvfelag steypakappingina triðja árið á rað við 44,5 stigum.
Á øðrum plássi var Klaksvíkar Talvfelag við 44 stigum, og á einum triðja plássi endaði Tórshavnar Talvfelag við 42,5 stigum.
Hoyr samrøðu við Finnbjørn Vang, formann í Talvsambandinum í ítróttartíðindunum.