Listen

Description

Tað er nú greitt at tað vera Neistin og H71, sum spæla steypafinaluna hjá monnum í hondbólti. Og í kvinnufinaluni bresta Neistin og VÌF saman. 

Tá ítróttartíðidini vóru í luftini í dag, var enn ikki avgjørt um tað varð H71 ella KÍF sum skuldi møta Neistanum leygardagin. Torbjørn Mikkelsen fylgdi dystinum meðan sendingin var. 

Í báðum mansfinalunum eru tað tey liðini sum taptu fyrra dystin, sum siðani vunnu seinnu finaluna og plássið í finaluni. 

Hjá kvinnum var nakað øðrvísi, Neistin vann fyrra dystin, tapti seinna dystin fyri Kyndli, men málmunurin var við Neistakvinnunum. VÍF vann báðar hálvfinalurnar á STÌF, men fyrri dysturin var tepur, og í gjár sá leingi út at STÌF hevði annað beinið í finaluni.

Marianna H. Jacobsen er til reiðar at møta Neistanum, og trýr uppá ein sigur til VÍF. Men tað ger Marjun F. Damberg eisini, sum saman við Neistanum hevur nógv fleiri royndir við eini steypafinalu. 

Hoyr samrøður við tær báðar, Andras Joensen hjá Neistanum og Pola Hansen, venjara hjá STÍF, sum kallar tapið eina skandalu. 

15 nýggj innandurða met eru sett í Íslandi, tað eru okkara dugnaligu íðkarar í frælsum ítrótti, sum veruliga hava víst sínar dygdir. Serliga má man siga at Tórur Mortesen er í serflokki. Hann hevur tikið trístøkk lopið hjá Øssur Debess Eiriksfoss frá Bermuda og er í løtuni nummar eitt á styrkislistanum í Danmark.

Á heimasíðuni fif.fo ber til at síggja lopið hjá honum og eisini kann lesast um øll hinu flottu metini. 

Hoyr ítróttartíðidini, sum í dag vórðu merkt av hondbóltsspenningi.