Listen

Description

Høvuðsvenjarin hjá besta fótbóltsliðnum hjá ÍF, Alexandar Jovevic heldur tað vera órættvíst og óheppið, at dystir í effo deildini eru í gerandisdøgum. 

Magni Mohr, ítróttargranskari á fróðskaparsetri Føroya ,vísir aftur, at aldurin spælir ein stóran leiklut tá tað snýr um hvíld hjá einum fótbólttspælara.

Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini í fótbóltssambandinum, sigur, at fótbóltssambandið leggur dystirnar leygar og sunnudagar.

Dart er aftur ein støðug ítróttargrein í Føroyum, hetta varð staðfest nú 63 dartspælaar spældu Tórshavn Open, undirtøkan er so mikið góð at hetta er met í hesi øldini.

Og Marna Egholm er føroyameistari í hálvum maraton saman við Martin Gravesen

Hoyr ítróttartíðindini omanfyri