Innan stutta tíð skulu A-landsliðini í hondbólti luttaka í endaspølum. Hallur Danielsen úr hondbóltssambandinum greiðir frá, hvussu stóru málini skulu røkkast.
Kanning vísir at 49% av føroysku fimtafloksnæmingunum ikki megna at svimja teir 200 metrarnar, sum man í norðalondum metir, at teir skulu klára.
Rókur í Jákupsstovu formaður í svimjisambandinum, sigur, at eitt átakslið av svimjilærarum kundi bøtt um trupulleikan.
Neistin og Kyndil verða nokk liðini, sum fara at spæla hondbóltfinaluna hjá kvinnum. Hjá monnum er VÍF eitt sikkurt git, men ivasamt er, hvat hitt liðið verður.
Birgir Hansen metir um kappingina higartil og gevur eitt boð uppá liðini, sum skulu spæla FM finalurnar í vár.