Tað má fáa fylgir tá ítróttarfólk drekka rúsdrekka undan dystum, heldur Jákup Fjallsbak, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.
TB kvinnurnar kendu seg ov tryggar hálvvegis í dystinum móti Fleyr í dag, og tapti sostatt dystin 2-3.
H71 vann avgerandi dyst á Kyndli í høllini á Hálsi í dag, sum enn gevur teimum møguleika at luttaka í finaluni.
Føroyameistararnir í B36 gjørdu sína skyldu í Vági í gjár, og tað gjørdi at B36 var oddalið. Men hetta var bert ein løtuvinningur, sum vardi í eitt samdøgur, tí eysturoyarliðið, NSÍ reisti seg aftur eftir tapið í Gundadali síðsta sunnudag. NSÍ vann grannauppgerðina móti ÍF í dag, og er nú aftur oddalið í effo deildini.