Listen

Description

Hesa vikuna í Barnaútvarpinum, fara vit fyri tað mesta at tosa um bøkur og hoyra søgur. Bókadagar verða um vikuskiftið í Norðurlandahúsinum, og tað verður nógv spennandi at hoyra og síggja.



Men í dag fara vit at hoyra um ævintýr - tí ein spildurnýggj ævintýrabók verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Vit eru á Bókadeildini, vit hoyra brot úr ævintýri, tað er Kári Sverrisson sum sigur frá.



Og at enda fer Elin á Rógvi at lesa úr nýggju ævintýrabókini. 15 føroysk ævintýr eru í ævintýrabókini. Bókin kemur út í samband við 150 ára føðingardagin hjá Jakob Jakobsen, sum savnaði og skrivaði ævintýrini niður.