Listen

Description

Um vit siga, at vit fara at strúka, pussa silvur, finna okkara føroyska flag fram á loftinum og skera skerpikjøt, klárar tú so at gita, hvør dagur nærkast?

Í dagsins sending tosa vit um tey føroysku klæðini, sum hvørt ár fáa nógva umtalu á m.a. Facebook.

Fólk spyrja um ráð, selja og keypa, og tosa um klæðini. Í seinastuni hevur nógv verið tosað um, at tey eru nógv broytt tey seinastu árini, og tað eru ikki øll, sum halda, at tað er í lagi, at mann t.d. ger dúkar um til fyrikløð.

Astrið Gullborgardóttir og Katrina í Geil eru við okkum í dag.

 

Vertir eru Bárður Petersen, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Svend Danielsen.