Listen

Description

Vit festivalast í Klaksvík, tí har er Summar Festivalurin aftur á skránni!

Dagur tvey er skotin í gongd, og tað er í dag, at kendi bólkurin, Europe, tekur yvir Vágsbø.

Sum altíð eru vit í góðum lag, millum annað tí, at vit aftur sleppa á festival at lurta eftir góðum tónleiki, men eisini tí, at hýrurin er góður.

Vit práta við fólk, tosa um hóskvøldið, um skránna og gera tykkum til reiðar at fara á festival.

 

Vertir eru Annika Repond og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.

Reportari er Bárður Petersen.