Listen

Description

Avantgarde Jazz, B36, kongaligur føðingardagur og Boyggjar eru aftur! Ella ikki orduliga, men í dag eru teir tínir vertir í Hiit.

 

Teir báðir hugleiða, um Avantgarde Jazz við nýggja bólkinum Disconnect, og Heri fær veruliga sítt Franska, ið hann lærdi á miðnámi, roynt av.

KÍ hevur havt nógva umrøðu í miðlunum síðstu tíðina, men tað er eitt annað lið, sum eisini spælir Evropa fótbólt í løtuni, nemliga B36.
Marita Magnussen, forkvinna í B36, sigur okkum frá øllum teimum ymisku uppgávunum ið fylgja einum slíkum dysti.

Og so vil Svend sera gjarna í átjan ára føðingardag hjá Christian prinsinum, men veit ikki hvussu - veitst tú?

 

Vertir eru Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen.