Á Facebook hevur verið tosað um, at tað er ikki alt, sum skal spælast í útvarpinum eftir, at tvey ónærislig løg vóru at hoyra har.
Summi halda, at Suspekt og okkara fremsti bólkur í Føroyum, RSP, eru óhóskandi. Tískil tosa vit um júst tað í dag, tí hvat kunnu vit spæla og ikki? Arni Zachariassen og Uni L. Hansen eru við í prátinum.
Og hvat sigur tú til eitt glas av víni ella trý?
Annika og Bárður hava verið til vínsmakking!
Vertir eru Anna Joensen-Næs, Bárður Petersen og Heri Wang Danielsen.