Øll vita at, um tú fært nokk at proteinum, so fært tú stórar vøddar, tískil gera vit ein góðan proteindrykk við øllum góðum og ringum í, í dag.
Vit fara at práta við tveir, sum eru á Utøya á politiskari legu, Birgir Ferjá Heldarskarð, Unga Samband, og Jógvan Woxnæs Olsen, Framsøkin Ung.
Prátað verður eisini við ein, sum veit rímiliga nógv um fótbólt, Tróndur Vatnhamar, nú KÍ er víðari í Champions League.
Vertir eru Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.