Tað var blandað bomm fyri allar pengarnar, tá Hiit var á skrá í dag.
Anton Petersen, leiðari fyri Nóllywood, tosaði um filmsskúlan í Nólsoy. Eydna Cæcilie Dalsgaard, greiddi frá um brasilianskt jiu-jitsu og eina stevnu, tey hava í Føroyum, og so var Gunnvør Hoydal Brimnes, masterlesandi í føroyskum, í studio og greiddi frá, hvussu føroyskur rapptónleikur hevur ávirkað føroyskt ungdómsmál.
Vertir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Fríði Djurhuus og Petur Sigurð í Króki.