Á ólavsøku fingu føroyskir ungdómar svar, um teir eru sloppin inn á útbúgvingina, tey hava søkt um. Hetta var eisini høvuðsevnið í Hiit hesa ferð.
Gestir vóru Annika Malunardóttir, sum skal lesa sálarfrøði í Danmark, Barbara Solmunde, sum fer at lesa til lærara á Fróðskaparsetur Føroya, Magnus við Streym, sum er forseti í MFS, og Anna Maria Toftegaard, leiðari í Betri Ung.
Vertir vóru Petur Sigurð í Króki, Fríði Djurhuus og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.