Stamina er heitið á nýggjum føroyskum verki fyri strokkvartett og feydarar, ið Jákup Veyhe hevur skrivað, og sum verður framført leygardagin í Auluni í Finsen. Og saman við Jákupi Veyhe fregnast vit um verkið í byrjanini av sendingini.
Katrin Joensen-Næs hevur fleiri ferðir staðið á odda fyri Ólavsøkukabarettini, í 2021 fekk hon handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn fyri novellufilmin "Ábyrgd", og í ár varð stuttfilmur hennara, "Sæla", frumsýndur fyri bara at tríva í rúgvuna.
Og nú er hon - sjálv sætta, sloppin ígjøgnum nálareygað inn á eina útbúgving á leikstjóralinjuni hjá danska filmsskúlanum. Vit fara at forvitnast seinri í sendingini.
Í døgunum 7. til 14. mai hevur klassiski tónleikafestivalurin, Endurljóð, verið hildin í Føroyum. Hvussu hevur hildnast og hvat er eftir eru millum spurningarnar, ið vit seta Jóhannesi Andreasen, fyrireikara, at enda í sendingini.
Tú kanst hoyra sendingina her!