Oscar-virðislønirnar fyri filmar vóru handaðar í Dolby Theater í Hollywood mánanáttina. Vit tosa um Oscar sum heild, og eitt sindur um nakrar av ársins vinnarum við Hermann Eliassen, miðlafrøðing.
Eisini tekna vit eina vangamynd av enska arkitektinum, Sir David Chipperfield, sum í farnu viku fekk nógv virdu Pritzker-virðislønina fyri í ár.
Tú kanst hoyra sendingina her!