Um dagarnar kom sætta bindið út um Havnarsøgu, og tað bindir eina sløjfu um eitt drúgvt arbeiði, sum hevur tikið 20 ár, og stóra verkið telur ikki færri enn 1800 síður. Vit hitta søgufrøðingarnar Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe.
"The Stamps of Maybe" er heitið á nýggjari kryptofrímerkjaútgávu, sum Frímerkjadeildin stendur fyri, og sum er hin fyrsta í heiminum.
Vit fara at fregnast um forvitnisligu útgávuna, tá ið Lea Leitisstein Sørensen frá Frímerkjadeildini kemur á gátt.
Tú kanst hoyra sendingina her!