Sendingin hesaferð snýr seg um Føroya symfoniorkestur, sum hevði sína fyrstu konsert 19. juni 1983 - altso fyri nærum 40 árum síðani.
Sum partur av føðingardagsárinum, hevur orkestrið jubilæumskonsert leygardagin, har millum annað fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni, sum í veruleikanum eru tvær symfoniir, verður framførd. Tróndur vitjar í útvarpsstovuni.
Vit tosa eisini við trý av teimum, sum vóru við frá byrjan; Monicu Stauss Joensen, Boga Lützen og Poul Jákup Thomsen.
Og so fáa vit orðið á núverandi stjóran fyri orkestrið, Hans Petur í Brekkunum.
Hoyrið sendingina her.