Sangleikabreytin í E-námi í Fuglafjarðar skúla er aftur á palli við einum sangleiki og hesuferð er talan um Shrek. Vit vitjaðu í Mentanarhúsinum stutt fyri frumsýningina leygarkvøldið 18. mars, har ið vit hittu Bárð á Lakjuni, ið er annar av eldhugaðu lærarunum.
Eisini fara vit at minnast føroyska listarmannin, Helga Joensen, sum andaðist fríggjadagin 17. mars, 90 ára gamal.
Og vit fregnast um glæsiliga málningin Speaking in Tongues eftir Hansinu Iversen, ið nú er vorðin ein partur av fasta savninum á Listasavni Føroya.
Tú kanst hoyra sendingina her!