Hjúpuljóð er nýtt yrkingasavn eftir Maluna Poulsen. Malan viðger m.a. tað farandi og komandi, menniskjalívið og forgeingiligheit, tað siðbundna og tað nýggja. Malan er komin í útvarpsstovuna til eitt prát um Hjúpuljóð.
So hendi tað aftur. Ein stórur altjóða filmur brúkar føroysku náttúruna sum pallmynd. Hesaferð er tað filmsútgávan av klassiska Disney-teknifilminum Petur Pan frá 1953. Vit fáa vitjan av Jón Hammer og Gudmundi Helmsdal, sum báðir vóru við í føroyska toyminum, tá upptøkurnar í Føroyum vórðu gjørdar í 2020.
Dark Side of the moon 50 ár.
Hoyrið sendingina her.