Nýggja føroyska teknirøðin "Tann óveruliga verðin hjá Aldu" er við at fáa fótin fyri seg uttanlands, har ein undanfilmur hevur verið vístur og virðisløntur. Jonas í Dali Wagner er høvuðsframleiðari, men hvør er Jonas í Dali Wagner, sum hevur virkað í filmsídnaðinum í meira enn 30 ár. Vit tosa við Jonas um "Aldu", "Skúlaskamm", filmssensur og annað.
Í novembur til januar var framsýningina "Kjøt" í Toronto. Nú er framsýningin komin til Føroya. Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum.
Hoyr allan Ljóaran tann 30. mars her.