Listen

Description

Alla hesa vikuna spæla vit føroyskan tónleik, og leygarkvøldið verður FMA - Faroe Music Award, har ið føroyskur tónleikur verður heiðraður.
Tí seta vit í Ljóaranum í dag tveir tímar av til at viðgera føroyskan tónleik.
Sendingin byrjar við orðaskifti millum Dánjal á Neystabø, Niclas Johannesen, Barbaru Samuelsen og Eyðfinn Jensen, har ið vit seta sjóneykuna á nýggja tónleikapolitikkin og tónleikaprofilin hjá Kringvarpinum.
Hvør er støðan hjá føroyskum tónleiki á altjóða pallinum? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Glen Larsen, ið stendur á odda fyri FMX - Faroese Music Export, tá ið skjøtil er settur á seinra tíman.
Ein grein, ið verður virðislønt, tá ið Faroe Music Awards verða latnar, er Ársins tekstur. Men hvat er ein góður tekstur? Tað viðgera vit saman við Beini Bergsson.
Og vit fáa eisini vitjan av swingandi Sway, sum fara at syngja beinleiðis, og tað verður somuleiðis í tí seinra tímanum.
Og á 224000 fekk eisini lurtarin høvi at seta spurningar ella at viðmerkja, hvat ið hann heldur um tónleikavalið í Kringvarp.
Tú kanst hoyra sendingina her!