Listen

Description

Í dag er altjóða kvinnudagur, og tað varpa vit ljós á í Ljóaranum.

Hundratals milliónir av kvinnum liva í dag í londum, har ið kvinnurættindi ikki verða vird og har ið kvinnukúgan er gerandiskostur.
Saman við Turid Mariu Mortensen, aðalskrivara í Amnesty Føroyar, skifta vit orð um hesi viðurskifti.

Hvat fyri bøkur lesa kvinnur og hvørjir kvinnuligir høvundar eru á hillini beint nú? Hesar og aðrar spurningar venda vit saman við Oyvør Dam Jacobsen, bókavørði og leiðara á Bókasavninum við Løkin.