Listen

Description

Øll, sum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum, hava havt ein leiðara.

Leiðsla í dag er ikki bara at taka avgerðir. Leiðsla hevur ment seg til eina námsgrein og vísindini hava eisini fingið dúgligan áhuga fyri leiðsluhugtakinum. Semja tykist vera um, at leiðsla hevur nógv fleiri dimensjónir enn bara tað at vera skiparin á brúnni.

Ein skjót google leiting bendir á, at nútímans starvsfólkið vil hava ein leiðara, sum millum annað hevur eina greiða visjón, hann skal duga at motivera starvsfólk, hann skal eisini tæna sínum starvsfólki og vísa samkenslu undir ávísum umstøðum. Leiðarin í dag skal eisini vera kreativur, nágreiniligur og leiðbeinandi. Hann skal duga at samansjóva ymiska vitan og ymiskar fatanir - hann skal eisini hava dirvi og áhaldandi kanna, hvussu viðurskiftini í organisasjónini kunnu betrast, og mangt, mangt annað.

Men arbeiðsfjøldin, eisini í Føroyum, er merkt av vaksandi strongd, og hetta er ein av størstu avbjóðingunum hjá leiðarum í dag.

Í sendingini tosa vit við Ásu Andreasen, eigara í Synergi, sum skipar fyri Leiðaradegnum, og Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, sum sat í dómsnevndini, sum valdi ársins leiðara. Eisini tosa vit við Gest Hovgaard, leiðara fyri Institut for Samfund, Økonomi og Journalistik á Universitetinum í Grønlandi, um avbjóðingar innan almenna leiðslu.

Gunnleivur Dalsgarð, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, umrøða góða og (serliga) ringa leiðslu í útvarpsstovuni síðst í sendingini.

Rógvi Olavson legði til rættis.