Kommunurnar skriva í álitinum, at avbjóðingarnar eru nógvar í Suðuoynni. Fólkasamansetingin er skeiklað og fólkatalið minkar skjótt. Vinnulívið, ið einaferð blómaði í Suðuroynni, hevur seinastu árini eisini staði í minking.
Tí má okkurt henda skjótt, um ikki oyggin skal koma í eina støðu, har tað er ov seint at venda gongdini.
Tí hava kommunurnar saman skriva eitt álit, ið inniheldur nøkur átøk, ið tey meta verða neyðug fyri at loysa knútin. Størv skulu setast á stovn, ið eru málrættaði til fólk við høgari útbúgving. Satsast skal eisini uppá ferðavinnuna, ið er tann stóra vinnan í vøkstri í løtuni.
Tað er ikki ein uppgáva, ið kommunurnar skulu lyfta einsamallar, tí landið skal eisini hjálpa til. Landið hevur eina ábyrgd at tryggja, at øll økini í landinum eru javnsett og tí eigur landið eisini eina ábyrgd av trupulleikunum í Suðuroy.