Í Finlandi hava tey gjørt av at avtaka lærugreinar í fólkaskúlanum, tí tær eru ótíðarhóskandi.
Men hvaðani koma lærugreinar? Hvussu nógvar skulu tær vera, um tær yvirhøvur skulu vera partur av skúlaskipanini. Í dag fara vit aftur um lærugreinar og útbúgvingarskipanina, soleiðis, sum vit kenna hana.
Í sendingini tosa Dorthe Pedersen, lærari í donskum og heimspeki, og Christina Nolsøe, lærari í lívfrøði og evnafrøði, um, hvussu tað merkir ein skúla, at undirvísingin er býtt í lærugreinar.
Heimspekingarnir Pætur Dahl og Jógvan D. Hansen siga síðani frá, hvaðani lærugreinar eru komnar, og hvørjar avleiðingar spesialiseringin hevur fyri samfelagið.