Listen

Description

Býlingurin í Toftum er ein av teimum gomlu býlingunum í Fuglafirði. Men tað er lítið skrivað niður um hendan býlingin. Søgnin sigur, at Bóndahúsini vórðu tikin í einum áarlopi, og eitt tíðarskeið búði bóndin í øðrum býlingi, uppi við Garð. Men so vórðu bóndahúsini bygd aftur á somu toftirnar, og tí fekk býlingurin navnið í Toftum.

Jógvan Finnur Poulsen, sum er fyrrverandi lærari, vaks upp i Toftum, og í sendingini greiðir hann frá ymiskum viðurskiftum í býlinginum.

Heidi Nolsøe Samuelsen hevur sminkuhandil í kjallaranum í ættarhúsunum í Toftum. Hon er sminkøsa og hevur eisini skeið, har fólk kunnu koma inn og læra at sminka sær.

79 ára gamli Sigurd Toftegaard var sum smádrongur við at turka fisk á fiskastykkinum hjá Sámal Petur Petersen við býlingin í Toftum. Og hann hevur eisini góð minnir, tá smádreingirnir fóru við stórum flakum beint út eftir fjørðinum og út undir Eið at seta línu og høvdu fiskin umborð á flakunum.

Hjúnini Annika Rasmussen Hammer og Jan Áki Hammer eiga nú bóndahúsini í Toftum, og í hesum døgum gera tey nógvar broytingar í húsunum.Tey halda, at tað er hugaligt at lív kemur aftur í gomlu býlingarnar í Fuglafirði. Tey eldru fara út og yngri fólk koma inn.

Hóast stóran aldursmun, hava Atli Petersen og Steinbjørn í Lambanum funnið saman um at varðveita søgur í Fuglafirði. Atli tekur upp ljóðsamrøður við eldri fólk, og Steinbjørn skrásetur øll húsini sum vóru í Fuglafirði í 1958.

Eitt av teimum fólkum, sum Atli Petersen hevur havt samrøðu við, er Olga Hansen, bóndadóttir í Toftum. Vit hoyra eitt brot, har hon greiðir frá arbeiðnum í bóndahúsunum tá hon vaks upp.