Listen

Description

Bogi Andreasen er 50 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, búsitandi í Havn. 

Hann er útbúgvin námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla, og starvast dagliga sum leiðari á millum annað Reinsaríinum og Perluni í Havn. 

Harumframt reka Jóhanna og Bogi "Gallarí Havnará", sum húsast í niðastu hædd í húsum teirra. 

Bogi er eisini kendur frá politikki, og eitt tíðarskeið var hann varaborgarstjóri í Havn. 

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Bogi frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Klaksvík. Sum ungur fór hann til skips, og ætlanin var at fara á skiparaskúla og at lesa til skipsførara. 

Eisini verður prátað um ymiskar verkætlanir og ymisk tiltøk, sum Bogi hevur verið við til at skipa fyri. 

Eyðfinn Jensen er vertur.