John William er føddur í 1969 í Keypmannahavn og uppvaksin "Uppi á Hædd" í Klaksvík. Í Brunsj greiðir hann frá lívinum sum smádrongur í 70'unum og 80'unum bæði í grannalagnum og í skúlanum. Hann var málmaður hjá KÍ, og hvørt summar var hann á legu í Zarepta á Vatnsoyrum.
John William er útlærdur prentari og arbeiddi í nógv ár fyri blaðið Norðlýsi. Tey seinastu árini var hann stjóri á blaðnum.
Í 2011 fekk John William staðfest Parkinsson og tvey ár seinni mátti hann leggja stjórastarvið frá sær vegna sjúku.
Í dag er hann formaður hjá Parkinsson felagnum í Føroyum.