Listen

Description

Lív Clementsen er fødd í 1962 í Sandavági, har hon eisini vaks upp. Sum sekstan ára gomul flutti hon til Havnar at arbeiða í bókhandli, og síðan 1986 hevur hon búð í Hoyvík. 

Lív hevur eitt rættiliga sjáldsamt starv. Hon eigur og rekur eina av bert trimum fyritøkunum í føroyum, sum veita jarðarferðahjálp. 

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Lív frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum í Sandavági og síni yrkisleið. 

Hon hevur millum annað starvast á Posthúsinum, Hotel Hafnia, og Reyni Service, áðrenn hon í 2013 bleiv sjálvstøðugt vinnurekandi.

Eyðfinn Jensen er vertur.