Listen

Description

Poul er 64 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. 

Hann er Sparikassa lærdur og útbúgvin Grannskoðari hjá Paula Ellefsen, men síðan 1996 hevur Poul arbeitt fulla tíð sum festibóndi við mjólkineytum og seyðahaldi í Havnardali. 

Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Poul frá síni bakgrund og ymiskum umstøðum og hendingum á síni lívsleið. Prátað verður bæði um barna og ungdómstíðina og um lívið sum bóndi á Müllersgarði.

Nógv er broytt innan føroyskan landbúnað, síðan Poul yvirtók festið frá pápa sínum í 1996. Størsta broytingin kom í 2008 við sjálvvirkandi Felagsfjósinum í Havnadali, sum Poul saman við trimum øðrum setti á stovn.

Eyðfinn Jensen er vertur.