Óli Petersen, best kendur sum Óli P, er útbúgvin tekniskur assistentur og arbeiddi í 25 ár á teknistovuni á Skála Skipasmiðju, áðrenn hann bleiv fastur satiru og blaðteknari á Sosialinum, har hann eisini var í 25 ár.
Í Brunsj greiðir Óli frá ymiskum hendingum og viðurskiftum, sum hava myndað hansara lívsleið, líka frá uppvøkstrinum í Klaksvík undir seinna veraldarbardaga til dagin í dag, nú hann hevur valt at leggja pennin frá sær.
Eyðfinn Jensen er vertur.