Listen

Description

Mikukvøldið 14. mai hátíðarhelt H. N. Jacobsen Bókhandil at 100 ár eru liðin síðani fyrsta føroyska yrkingasavnið ? Yrkingar, eftir Janus Djurhuus, kom út.

Í reportaguni hoyra vit Maluna Marnersdóttir bjóða vælkomin, Vár Berghamar Jacobsen og Annfinnur Heinesen lesa tvær yrkingar, eins og vit tosa við fyrilestrarhaldaran Hanus Kamban.

Eisini hitta vit Hanus Samró, sum í fjør lat úr hondum aðru skaldsøgu sína. Vit umrøða eitt nú høvuðspersónin, í hvønn mun talan er um eina politiska skaldsøgu, bersøgna málburðin, eins og Hanus eisini lesur brot úr skaldsøguni.

Eisini vitja vit Listasavn Føroya, nú savnið hevur ognað sær tríggjar málningar eftir nólsoyingin Steffan Danielsen.