Listen

Description

22. juli 2011 varð ein dagur, ið rakti norsku tjóðina meint, tí hetta var dagurin Anders Behring Breivik framdi sínar illgerðir í Oslo og á Utøya.

Dagin eftir átók norski advokaturin Geir Lippestad ? eftir áheitan frá Breivik sjálvum, at verja norska hópdrápsmannin - ein avgerð, ið ikki var heilt løtt at taka.

Geir Lippestad hevur nú skrivað bókina "Tað, vit kunnu standa við", ein bók, sum Sprotin 7. mars gav út í føroyskari týðing eftir Edvard Olsen.

Vit hava fingið Sigmund Poulsen, advokat, Leiv Persson, formann í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, og Edvard Olsen, ið hevur umsett bókina, at umrøða bókina úr einum demokratiskum sjónarhorni.

Eisini vóru vit á gátt, tá íslendska listakvinnan Guðrún Einarsdóttir hevði fernisering í Listaskálanum fríggjadagin.