Listen

Description

9. floksnæmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu nú luttaka í Skrivikapping 2014, har høvuðsvinningurin er eitt skriviskeið í Biskops Arnö í Svøríki.

Og fríggjadagin var Kveikingardagur í Norðurlandahúsinum, har næmingar ? umvegis verkstovur og rithøvundar, fingu vegleiðing í skriviførleika.

Vit vóru á gátt, har vit hittu fimm næmingar áðrenn farið var til verka eins og somu næmingar, tá dagurin var hálvrunnin. Næmingarnir eru Dania Tausen, ið gongur í Tofta Skúla, Jórun Maria Dalsgaard, ið gongur í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og Karla Hansen, Tóra Isaksen og Steintóra Sørensen, ið ganga í Ósáskúlanum í Klaksvík.

Eisini hittu vit Marjun Syderbø Kjelnes og Rakel Helmsdal, ið vóru tveir av rithøvundunum, ið løgdu næmingunum lag á, eins og Rakel eisini hevur fyrireikað Kveikingardagin.

Hvørjir eru litirnir og motivini, ið mynda løriftið í hesum døgum? Vit vitja í atelierinum hjá Hansinu Iversen, listakvinnu.

Hóskvøldið verður forvitnisligt og forkunnugt heiðurstiltak fyri Simma, ið er ein av stóru ímyndunum í føroyskum tónleiki. Ein av fyrireikarunum - Marjun Hansen, kemur á gátt.

Í fjør lat Durita Holm úr hondum krimiskaldsøguna ?Offurmorðið?. Og Hanus Kamban, rithøvundur, ið hevur lisið bókini, fer at ummæla hana.

Og sunnudagin byrjar festivalurin ?Land í eygsjón? ? ein festivalur og ein vika, har norðurlendski granni okkara fyri eystan ? Finnland, verður í eygsjón. Vit frætta um fyrstu forkunnugu tiltøkini, tá Hedvig Westerlund-Kapnas kemur á gátt.