Hóast nógv og fjølbroytt virksemi á føroyska mentanarpallinum, eru tey, ið fáast við leirlist, ikki nógv í tali.Men í høvuðsfrásøgnini hesuferð er evnið leirlist. Vit leita í Norðurlandahúsið, har Lise Seisbøll, stjóri á Danmarks Keramiske Museum, helt fyrilestur farna sunnudag, og vit fara í Listaskálan, har Guðrið Poulsen, leirlistakvinna, hevði fernisering við nýggju framsýningini við fleirtýdda heitinum "MillumRúm".Eisini frætta vit um Bókadagar 2013, ið verða í Norðurlandahúsinum frá 21. til 24. november. Vit hitta Sif Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum, og Helle Thedis Johansen, forkvinnu í Rithøvundafelag Føroya, sum eitt nú siga okkum um skránnað, luttakarar, verkstovur, og pallborðsorðaskifti.Og eisini greiður Hedvig Westerlund Kapnas okkum frá einmansleikinum Oscar og den lyserøde dame, ið Pia Rosenbaum fer á pall við í Norðurlandahúsinum.Í sendingini hitta eisini Benjamin Petersen, Oggi Lamhauge, Torbjørn Poulsen, Sofía Nolsøe, Kjartan Hansen, og Nils Ohrt.